Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki so himmalskur, at tú ikki er til nakra verðsins nyttu
- C. H. Spurgeon
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-026/2026 eftir § 52 í Tingskipanini frá Fía Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar

Spurningar:   
1. Hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan?

2. Hvussu nógv børn gingu fyri 5 árum síðani í skúla eftir serskúlaskipan?

3. Hvat er kostnaðurin fyri serskúlaskipanirnar fyri fólkaskúlanæmingar fyri ávikavist land og kommunur?

4. Hvussu nógv kostaðu serskúlaskipanirnar fyri fólkaskúlanæmingar fyri fimm árum síðani?

5. Sæst nakað úrslit í hesi hækkanini í útreiðslunum?

6. Hvussu nógv starvsfólk arbeiða í serskúlatilboði (ársverk)?

7. Hvussu nógv starvsfólk arbeiddu í serskúlatilboðum fyri 5 árum síðani (ársverk)?

Svar 
Til 1:
Í 2026 ganga á leið 275 næmingar í serflokkum, sum eru skipaðir eftir kunngerð nr. 24 frá 19. mars 2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Harumframt ganga 69 næmingar í Skúlanum á Trøðni. Tilsamans er talan tí um á leið 344 næmingar.

Til 2: Í 2021 gingu 175 næmingar í serflokkum og 54 næmingar í Skúlanum á Trøðni, tilsamans 229 næmingar.

Til 3: Fyri landið er kostnaðurin til serflokkar í 2026 mettur til 57 mió. kr. Rættað fyri lønarhækkingar svarar hetta til um 51 mió. kr., sum er 19 mió. kr. meira enn í 2021.

Harumframt er játtanin til Skúlan á Trøðni 25,6 mió. kr. í 2026.

Mentamálaráðið hevur ikki tøl fyri ítøkiliga kostnaðin hjá kommununum til hesar skipanir.

Til 4: Í 2021 var kostnaðurin hjá landinum til serflokkar 32 mió. kr. Játtanin til Skúlan á Trøðni var sama ár 16,3 mió. kr.

Til 5: Serligar kanningar av úrslitunum av sertilboðunum eru ikki gjørdar, og tí ber ikki til at staðfesta eina beinleiðis ávirkan av hækkaðu útreiðslunum.

Sambært upplýsingum frá Undirvísingarstýrinum er fatanin tó, at sertilboðini hava havt týdning fyri fleiri børn, m.a. børn í mistrivnaði og við álvarsligari ella drúgvari skúlafráveru, umframt børn við serligum tørvi á sernámsfrøðiligum stuðli. Sertilboðini hava í fleiri førum givið hesum næmingum neyðugar og tryggar karmar, tá vanligi skúlin ikki hevur megnað at veita eitt nøktandi tilboð.

Til 6: Í serflokkum eru í 2026 mett á leið 102 ársverk. Talið er ein meting, sum byggir á samlaðu lønarútreiðslurnar, rættaðar fyri lønarhækkingar. 

Til 7: Í 2021 vóru mett á leið 64 ársverk í serflokkum, grundað á samlaðu lønarútreiðslurnar. 

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #