Den A.P. Møllerske Støttefond hevur latið Vága kommunu 6,5 milliónir krónur í stuðli til ætlaðu marghøllina á Giljanesi. Hesum boðar Vága Kommuna frá á heimasíðuni.
Høllin skal byggjast beint við skúlan og verandi ítróttarhøll. Í henni verður ein graslíkisvøllur, sum er 45 metrar breiður og 65 metrar langur. Høllin verður bjálvað, men óupphitað.
Við høllini fáa fótbóltsfeløgini í Vágum møguleika at venja innandura alt árið. Fótbóltssamband Føroya fer eisini at brúka hana til landsliðsvenjingar.
Vága kommuna vil við høllini geva fólki í øllum aldri betri møguleikar at røra seg í gerandisdegnum. Skúlin kann brúka høllina í undirvísingini, og seinnapartin og um kvøldið verður hon tøk til felagsítrótt og onnur frítíðartilboð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



