

Tøl fyri 2024

Tøl fyri 2023


Tøl fyri 2024

Tøl fyri 2023
Felagið føroyskir fiskimenn utranlands hevur fingið tøl frá TAKS viðvíkjandi árunum 2023 og 2024.
Og sambært tølunum, so eru bæði árini 70 føroyskir menn/kvinnur flutt av landinum, og sambært tølunum frá TAKS gevur hetta eina minni inntøku til landskassan á 65 milliónir krónur.
Felagið føroyskir fiskimenn uttanlands, sum júst nú hevur fingið tølini, hevur eisini sent skriv til Fíggjarnevndina.
- 1. jan 2024 fekk nýggja skattaskipanin hja Ruth Vang virkna fyri føroyskar fiskimenn uttanlands. Og tølini tala fyri seg, 23 fiskimenn uttanlands givnir ella fluttir og 24.000.000 minni til føroyska samfelagið, tað var tað hon fekk burtur úr, skrivar felagið millum annað í skrivinum til Fíggjarnevndina.
- Og fyri tey í øðrum vinnum uttanlands 25 B eru 47 mans/kvinnur flutt ella givin, og inntøkan lækkað 41 mio., sigur felagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo