Minst til, at jørðin er rund. So tað plássið, vit halda vera endan, er eisini byrjanin
- Ivy Baker Priest

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Størv

Vit leita eftir einum dugnaligum og fakliga sterkum kredittráðgeva innan privatøkið, nú eitt av okkara dugnaligu starvsfólkum hevur ynskt at royna aðrar uppgávur í bankanum.
Deildin
Kredittdeildin hevur m.a. dagligu ábyrgdina av at viðgera lániumsóknir, eftirlitið á kredittøkinum, innheinting, greining og rapportering. Í hesum sambandi er nógv samband við ymsu deildirnar.
Á Kredittdeildini starvast í løtuni 10 starvsfólk.
Tínar uppgávur
Sum partur av Kredittdeildini fært tú ein týðandi leiklut í viðgerð av lánifyrispurningum frá privatkundum, ið er omanfyri heimildina á deildunum. Eisini eru innheintingarmál partur av dagliga arbeiðnum. Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
Veita ráðgeving og fakliga sparring til ráðgevarar og leiðarar á deildunum um lániumsóknir
At avgreiða lánifyrispurningar, ið eru innan fyri egna heimild
Viðgera og innstilla lániumsóknir, ið eru omanfyri egna heimild
Senda innheintingarmál til fútarættin og hava samskifti við advokatar
Kundasamskifti við innheintingarkundar
Niðurskrivingarviðgerð av privatkundum, ið eru til innheintingar
Aðrar uppgávur í samráð við leiðaran
Starvið gevur tær møguleika at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum og at menna tínar førleikar innan kredittøkið.
Vit vænta av tær         
At tú hevur peningastovnsútbúgving og royndir sum privatkundaráðgevi
At tú trívist væl í samskifti við deildirnar og leggur stóran dent á at veita eina góða og skjóta tænastu       
At tú hevur áhuga fyri kredittviðgerð av privatkundum
At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðug/ur, men hevur samstundis góð samstarvsevnir
Vit bjóða         
Eitt áhugavert starv við einum spennandi, avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsdegi             
Góða upplæring og sparring á deildini             
Ein góðan dagligdag við dugnaligum starvsfeløgum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum. 
Løn verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Nicholas Holm, Kredittstjóra, á tlf 548686 / nh@betri.fo, ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf 548224.
Skrivlig umsókn við CV skal sendast til starv@betri.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 3. november 2025.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo