Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Skúli

Undirvísingarstýrið: Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 828 umsóknir komnar inn. Tað er áleið tað sama sum í fjørð.

Gongdin hevur annars verið minkandi síðan 2015, men tað tykist sum at stóra minkingin, sum hevur verið seinastu árini, er avhæsað.

645 umsøkjarar søktu inn á gymnasialu breytirnar. Tað vil siga 32 umsøkjarar fleiri í ár í mun til í fjør. Í alt 163 umsøkjarar søktu á yrkisnám í ár, sum er ein minking á 13 umsøkjarar í mun til í fjørð.

Á yrkisnámi var el-breytin toppskorarin í ár, eins og í fjørð.

Um vit hyggja at breytunum á gymnasialum miðnámi, er stóri toppskorarin í ár, eins og undanfarin ár, náttúrubreytirnar. Á øllum trimum miðnámsskúlunum søktu flestu næmingarnir inn á náttúrubreytirnar.

Búskaparbreytirnar vóru á øðrum plássi.

76 umsøkjarar søktu inn á hugbreytirnar, sum er ein minking á 12 umsøkjarar í mun til í fjør og 78 umsøkjarar færri í mun til 2022.

Lutfalsliga er tað ymiskt, hvussu nógvir hugbreytanæmingar eru á gymnasialu breytunum á skúlunum.

33% av næmingunum í Miðnámi í Suðuroy hava søkt inn á hugbreyt, meðan tey sum hava søkt á hugbreyt eru 17% á Kambsdali og 9% á Glasir.

Í mun til kynsbýtið eru 55% av umsøkjarunum á miðnámi gentur og 45% dreingir. Genturnar eru betri umboðaðar á gymnasialum miðnámi, meðan dreingirnir eru munandi betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum – tó undantikið klædnaatstøði og hárfríðkan, har flestu umsøkjarar eru gentur.

Hetta kynsbýtið sæst eisini aftur á skúlunum, har 77% av næmingunum á Tekniska Skúla í Klaksvík eru dreingir, meðan 65% av næmingunum á Miðnámi á Kambsdali og 55% av næmingunum á Glasir eru gentur.

20 umsøkjarar søktu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, 7 til Heilsuhjálpara og 13 til Námsfrøðihjálpara.

Heilsurøktaraútbúgvingin verður ikki boðin út í hesum umfarinum, men verður boðin út seinni í vár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #