Í dag eru 86 ár síðan týski kavbáturin U-31 søkti vestmannasluppina Union Jack norðan fyri Hebridurnar.
Sambært uboat.net var skipið á veg úr Vestmannaoyggjunum til Aberdeen við fiski, tá kavbáturin fyrst skeyt eftir tí við maskinbyrsu. Teir sjey menninir fóru í ein lítlan árabát, áðrenn Union Jack varð skotin niður við kanón.
Manningin hevði hvørki mat ella vatn við sær, men eftir 36 tímar í árabátinum kom hon til Flannanoyggjarnar. Allir sjey bjargaðust.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



