Løgmaður hevur broytt býtið av málsøkjum millum landsstýrisfólkini.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, fær formligu ábyrgdina av lógunum um tvey sambýli í Miðvági, bráðfeingisbústaðir til burturriknar ukrainar og leigustuðul.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, fær ábyrgdina av lógini um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Harumframt verða heimildirnar í lógini um Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir nágreinaðar millum Bárð á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen.
Broytingin kemur í gildi í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



