Tour de France hjá kvinnunum er í hesum døgum og nú hevur áhugavert kjak tikið seg upp um aerodynamiskar fyrimunir við størri bubbum.
Málið kom upprunaliga frá niðurlendska WielerFlits, sum tosaði við fleiri íðkarar undir Tour de France, og tær tosaðu um teirra stúran fyri, at nakrar kvinnur nýta fyrimun av at "gera bringuna størri" við innleggi í bh'inum.
Several Women's WorldTeams told WielerFlits they're concerned some riders gain a TT aero edge by using bra padding to fake a larger bust. Artificially modifying clothing is banned under UCI rules, but the practice is rarely enforced. #TDFF2026 https://t.co/xgPbBXM9xa
— La Flamme Rouge (@laflammerouge16) August 2, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



