At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Atlantsflog hevur í vikuni kunngjørt rutunetið fyri 2023. 

Tjóðarfelagið hevur í nøkur ár arbeitt við eini rutu til USA, og nú sær hetta út til at gerast veruleiki. 

New York City stendur nevniliga á listanum hjá Atlantsflogi yvir ferðamál í 2023.

Ætlanin er at byrja flúgvingina til The Big Apple einaferð í heyst. 

Atlantsflog nágreinar ikki, hvussu ofta ella hvørjar dagar um vikuna ætlanin er at flúgva yvir um hav, og tað ber heldur ikki til at keypa ferðaseðlar til New York City enn umvegis heimasíðuna hjá Atlantsflogi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo