N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-071/2025 
frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, um endurgjald fyri ognartikið lendi  

Spurningurin var soljóðandi:  
1. Hví virðir Tilfeingis- og vinnumálaráðið ikki tær niðurstøður, sum metingarnevndir, settar sambært ognartøkulógini, gera?

2. Ætlar Tilfeingis – og vinnumálaráðið at broyta/avtaka skipanina við metingarnevndum?

Svarað verður undir einum:  
Við heimild í lóg kann landið ognartaka lendi til ymisk alment gagnlig endamál móti fullum endurgjaldi.

Mál um ognartøku byrja við samráðing um endurgjald, og í fleiri førum bera samráðingarnar á mál.

Í øðrum førum er neyðugt at fáa eina metingarnevnd at meta um virðið á lendinum, sum verður ognartikið.

Henda meting kann síðani leggjast fyri yvirmetingarnevnd, sum annaðhvørt staðfestir verandi meting ella ger eina nýggja meting.  

Landið hevur skyldu til at umsita landsins ognir best møguligt, og landið kann tí velja at leggja spurningin um endurgjald fyri ognartøku fyri rættin til støðutakan, tekur landið ikki undir við gjørdu metingunum.

Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at rættarskipanin í fleiri umførum hevur vrakað metingarnar frá metingarnevndunum og ásett væl lægri endurgjald, enn metingarnevndirnar hava mett.  

Amboðini at avgreiða endurgjaldsspurningin uttan um rættin eru tøk og eiga at verða roynd, tí tað er umráðandi at royna at fáa semju við jarðareigarar við samráðing og metingum, áðrenn málið verður latið rættinum at taka støðu til.

Ætlanin er tískil ikki at broyta ella avtaka skipanina við metingarnevndum.  

Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 28. januar 2026 
Eirikur í Jákupsstovu 
landsstýrismaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #