Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg eri øvundsjúkur inn á kettuna hjá mær sum altíð er í løtuni, meðan eg, sum tey flestu, oftast eri í fortíðini ella framtíðini. Men eg royni at læra av henni
- Edward Fuglø
Tema

Vágaportalurin vil verða við at varpa ljós á sálarheilsuna, sum í mannaminnir hevur verið eitt tabu og er hendan samrøðan partur í røðini “Angist, strongd og tað, sum tí fylgir”.

Alsamt fleiri og fleiri føroyingar verða raktir av strongd, angist, tunglyndi og øðrum, sum ávirkar sálarligu heilsuna og ongantíð áður verður so nógv gjørt fyri at varpa ljós á júst hetta og sjálvt um tað tykist sum at gongd er á, so er langt á mál hesum viðvíkjandi. 

Samfelagið er nógv broytt seinastu árini og sjálvt um vit geva ymiskum fyribrigdum skyldina, so halda vit áfram í sama lag.

Niclas Heri Jákupsson er gestur í fyrsta poddinum av 10, har hann greiðir frá síni uppliving og hvussu tað var at líða av strongd.

Merkir tú nakað til hesi eyðkenni, sum hann tosar um, so er at søkja sær hjálp skjótast.

Ikki bíða við hesum men leita tær serkøna hjálp beinanvegin.

Vit ynskja at takka øllum, sum hava játtað at verða við í hesari poddarøð og vilja vit eisini takka Stellu Zachariassen, sum hevur sett saman spurningar og hevur hjálpt við samskipan av poddunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #