SámalSunnudag: Talið á tilflytarum til Føroya er økt munandi seinastu árini. Tøl frá Hagstovuni fyri ríkisborgaraskapin hjá íbúgvum Føroya vísa, at síðani Fast Track-skipanin kom í gildi á heysti 2021, er verulig gongd komin á tilflytingina úr londum uttanfyri Europa.
Talið á tilflytarum úr Europa og Norðurlondum hevur annars staðið nøkulunda í stað seinastu árini.
Lutfalsliga talið á donskum ríkisborgarum í Føroyum er tískil í minking.
Í farnu øld lá hetta talið oman fyri 99%, men nú eru vit niðri á 93,6%.
Føroyar eru sostatt væl á veg at gerast multikulturellar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



