Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-004/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um prísskipanina á Bygdaleiðum  

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast vegalongdirnar eru tær somu?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av Bygdaleiðum?

3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum ójavnum?

4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað kemur til prísir við bygdaleiðum?

Svar til spurning 1 
Verandi prísskipan á Bygdaleiðum bleiv tillagað í 2012-13 í sambandi við, at nýggj ferðaseðlatøkni bleiv sett í bussarnar. Farið varð frá at avroknað prísir eftir, hvussu langt brúkarin koyrdi og yvir til fastar príssonur, sum tá var ein fortreyt fyri at nýta nýggju tøknina.

Nú nýggir undirsjóvartunlar eru lagdir afturat, og tunnilsgjøldini samstundis eru nógv broytt seinastu árini, verður arbeitt við at endurskoða prísskipanina á Bygdaleiðum.  

Strandferðslan hevur seinasta árið fyrireika dagføringar av ferðaseðlatøknini í bussunum.

Dagføringin fer í gongd um ein mánaða, og fer væntandi at taka samanlagt eitt ár. Samstundis hevur verið arbeitt við at dagføra prísbygnaðin á Bygdaleiðum, sum væntandi verður tillagaður, tá ið busskoyringin er boðin út aftur og nýggir busssáttmálar taka við í 2027.  

Svar til spurning 2 
Tað er ikki so einfalt at meta um ávirkanina av einum ávísum prísi á nýtslumynstrið.

Strandferðslan ætlar tí bæði í og aftaná útbjóðingartilgongdina at taka júst hendan partin við í samlaðu endurskoðanina við tí endamáli at áseta ein so rættvísan prís sum gjørligt fyri øll øki í Føroyum. Samanborið við hini norðurlondini eru prísirnir á almennari ferðslu í Føroyum lágir.

Í apríl 2025 blivu allir prísir á Bygdaleiðum hækkaðir við 5 krónum, og hetta var fyrsta prísbroytingin á Bygdaleiðum í næstan 20 ár. Hjá teimum, sum ferðast dagliga ella javnan við Bygdaleiðum og t.d. nýta mánaðarkort, ber til at fáa stóran avsláttur av vanliga ferðaseðlaprísinum. Ferðast tú t.d. 10-20 ferðir millum Vágar og Tórshavn við mánaðarkorti ber til at spara millum 50-75% av ferðaseðlaprísinum.  

Svar til spurning 3 
Tað er ætlanin at endurskoða og greina verandi ferðaseðlaprísir í sambandi við komandi útbjóðing av Bygdaleiðum. Ein nýggj planleggingarskipan, har allar ferðaætlanir eru á, eisini tær hjá Oyggjaleiðum, er í ferð við at verða tikin í nýtslu. Hendan skipanin skal eisini brúkast til at endurskoða allar farleiðir hjá Strandferðsluni. Ætlanin hjá Strandferðsluni er, at tað við hesum verður lættari at gera broytingar og tillagingar í ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum.   

Svar til spurning 4 
Eins og tað verður gjørt á Oyggjaleiðum, er ætlanin eisini at skilja ímillum búsitandi og onnur á Bygdaleiðum, so at tey, sum ikki eru búsitandi, rinda meira enn búsitandi. Fyri at hetta skal kunna lata seg gera, er neyðugt at dagføra tólini, sum verða brúkt til at avgreiða ferðaseðlasøluna við og skipa søluna av ferðaseðlum á ein hátt, sum ger tað møguligt at skilja ímillum ferðafólk.  

Nýggja skipanin skal vera løtt hjá ferðafólkum og starvsfólkum at brúka. Ætlanin er ikki at skilja ímillum búsitandi og ikki búsitandi, tá ið ferðafólkini fara inn í bussin, t.d við einum samleika- ella borgarakorti.

Miðast skal eftir, at hesi viðurskifti eru avgreidd, áðrenn ferðafólkini fara inn í bussin. Skipanin skal ikki útihýsa ferðafólk, sum av onkrari orsøk ikki hava møguleika fyri at verða avgreidd talgilt.  

Jóhan Christiansen 
Landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #