Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Hvørja ávirkan fer veðurlagslógin at hava á landbúnaðin og privatu húsarhaldini
Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?
4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?
5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?
Viðmerkingar:
Í samband við, at landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at leggja eina nýggja veðurlagslóg niðan í Løgtingið, er tað viðkomandi at fáa at vita, um samgongan er á veg við enn fleiri avgjøldum til vinnuna og fólkið sum heild.
Fólkið eigur at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa.
Endamálið við veðurlagslógini er at minka um CO2 útlátið. Aðrastaðni hevur ætlanin verið at gjørt slíkt við grønum gjøldum, sum verða løgd á ídnaðin og landbúnaðin.
Tann føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur.
Viðvíkjandi framleiðsluídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Grøn gjøld har fara at versna munandi um kappingarførið.
Síðan eru tað húsarhaldini, sum standa fyri skotum. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja, og fyrrverandi landsstýriskvinnan gjørdi tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldinum, við at tvinga fólk yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur. Tí er eisini relevant at fáa at vita, hvørt fleiri grøn gjøld skulu leggjast á tey privatu húsarhaldini.
Vit hoyra dag og dagliga, hvussu stórar avbjóðingar samgongan hevur við at fáa landskassan at javnviga, og hava tey lagt nógv gjøld á fólkið og vinnuna fyri at røkka hesum máli. Og so er spurningurin, um landsstýriskvinnan ætlar, at pengarnir, sum møguliga verða fingnir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum.
Á Løgtingi, 8. September 2025
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



