Ung í Noreg eru í vanda fyri at verða noktað at keypa snús og e-sigarettir, um eitt sokallað ættarliðsbann móti tubbaki verður sett í gildi.
– Naivt at trúgva, at eitt forboð fer at forða fyri nýtslu, sigur FHI-granskari.
– Eg trúgvi, at vit ongantíð fáa eitt nikotinfrítt samfelag, og tí eiga vit heldur at lætta um nýtsluna av teimum minst hættisligu vørunum, og brúka tær til at fasa út tær mest hættisligu, sigur seniorgranskarin Karl Erik Lund á norska fólkaheilsustovninum sambært NRK.
Eitt ættarliðsbann merkir, at eitt aldursmark er sett í gildi, sum hækkar við einum ári fyri hvørt ár, sum gongur. Í roynd og veru merkir hetta eitt lívlangt bann fyri ung.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



