Grønlendska flogfelagið Air Greenland fer væntandi í framtíðini at loysa nakrar av uppgávunum, sum danska verjan í dag hevur.
Tað skilst á einum tíðindaskrivi, sum danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen hevur sent út eftir ein tíðindafund hann í dag hevur havt saman við Vivian Motzfeldt, sum er landsstýrskvinna við ábyrgd av millum annað uttanríkismálum.
Danski verjumálaráðharrin er í hesum døgum á vitjan í Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



