The Telegraph skrivar, og vísir á fleiri dulnevndar keldur innan Uefa, at Infantino hevði samband við kvinnuligt starvsfólk hjá Uefa, meðan hann var aðalskrivari.
Sambært blaðnum varð kvinnan uppstigað undir sambandinum, áðrenn hon seinni fekk ein sekssiffraðan uppsagnarpakka og hevði eina MBA-útbúgving, sum Uefa rindaði fyri.
UEFA váttar fyri blaðnum, at kvinnan fekk fráfaringarpakka, og at felagsskapurin rindaði skúlagjaldið fyri eina MBA-útbúgving. UEFA upplýsir eisini, at felagsskapurin var vitandi um, at kvinnan hevði samband við Gianni Infantino, skrivar Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



