Tað var hjartalemjandi at hoyra tann sociala undangongumannin Martin Kúrberg greiða frá, hvussu syndarlig støðan er hjá dementum folki i Havn, har tey, sum ongan góðan hava, mugu gista á herbergi saman við heimleysum.
Tað er avgjørt stór skomm fyri Havnar kommunu.
Í slikum føri MÁ okkurt røktarheim lata upp, sjálvt um tað annars er fult.
Eitt dement fólk kann ikki vera úti á geilum.
Hví handlar tann sociala deildin hjá Havnar kommunu ikki?
Hetta er social force majeure og krevur aktivan empatiskan VILJA og HJÁLP beinanvegin.
Skal prioriterast fram um alt umskyldandi og møsnandi bureaukrati beinanvegin og NÚ.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



