Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller
Politikkur

Í Breddanum í  Kringvarpi Føroya í farnu viku varð kjakast um, vinnur, millum annað hvussu alivinnan eigur at skattast, og har vórðu sjónarmið løgd fram, at alivinnan eigur at verða viðgjørd sum ein klassisk tilfeingisvinna. Hetta er eitt sjónarmið, sum ein ávísur partur av búskaparfrøðingum javnan føra fram, og sum hevur fingið nógva rúmd í almenna kjakinum. Serliga í Kringvarp Føroya, sum vit øll rinda fyri.

Sjálvur eri eg ikki samdur í hesum grundsjónarmiði. Eftir mínum tykki er tað avgerandi, at vit fyrst og fremst hava fokus á, hvussu vit skapa burðardyggan búskaparvøkstur og tryggja, at mest møguligt virði verður skapt til tað føroyska samfelagið — ikki bara í dag, men eisini í framtíðini.

Tað er nevniliga grundleggjandi munur á fiskivinnu og alivinnu.

Fiskivinnan er í stóran mun ein tilfeingisvinna. Har er talan um eina avmarkað nøgd av náttúrutilfeingi, sum verður regulerað sambært lívfrøðiligum tilmælum. Um kvotan fyri makrel eitt ár er 40.000 tons, so er tað henda nøgd, sum kann fiskast — hvørki meira ella minni. Virðið verður sostatt fyrst og fremst avgjørt av sjálvum tilfeinginum og teimum kvotum, sum verða tillutaðar.

Hetta merkir eisini, at tilfeingsgjøld hava lutfalsliga avmarkaða ávirkan á sjálva veiðunøgdina. Fiskurin verður veiddur kortini, tí kvotan er givin.

Soleiðis er ikki við alivinnuni.

Alivinnan er fyrst og fremst ein framleiðsluvinna. Framleiðslan er ikki náttúruliga avmarkað á sama hátt, men kann økjast munandi við íløgum, nýskapan og tøkniligari menning. Tað hava vit eisini sæð í Føroyum, har framleiðslan er trífaldað síðstu 16 árini. Orsøkin er ikki, at náttúran knappliga hevur givið okkum trífalt meira tilfeingi — men at vinnan hevur gjørt risastórar íløgur í m.a. Størri smoltstøðir á landi, sterkari útgerð, nýggja tøkni og aling longri úti á firðum.

Hesar íløgur hava gjørt tað møguligt at økja framleiðsluna nógv, eisini at ala har tað áður ikki var hugsandi at ala.

Tí hevur skattaskipanin stóran týdning.

Verður avgjaldið ov høgt, minkar grundarlagið fyri íløgum. Tað merkir minni framleiðslu, færri arbeiðspláss, minni avleitt virksemi og tí lægri búskaparvøkstur. Verður avgjaldið hinvegin lagt á eitt skilagott støði, so loysa íløgurnar seg, framleiðslan økist, og samfelagið fær ágóðan aftur gjøgnum:

* fleiri arbeiðspláss
* hægri lønir
* meira lønarskatt
* meira MVG
* størri virksemi í veitingarvinnum
* og størri útflutningi

Tað merkir ikki, at alivinnan ikki skal gjalda fyri at brúka føroyskar firðir. Sjálvandi skal hon tað. Men tað eigur at verða skipað sum eitt gjald fyri leigu av økjum — ikki sum eitt klassiskt tilfeingsgjald, ið tekur støði í eini fatan av vinnuni, sum ikki samsvarar við veruleikan.

Um vit skatta alivinnuna sum eina avmarkaða tilfeingisvinnu í staðin fyri sum eina framleiðsluvinnu, so skjóta vit okkum sjálvi í fótin. Tá fáa vit minni íløgur, lægri framleiðslu og verri búskaparvøkstur enn vit annars kundu havt.

Og tað er hvørki Føroyum ella føroysku vælferðini at gagni.

Fróði Magnussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #