Ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni bjargaði í gjárkvøldið manningini á íslendska fiskiskipinum Jökli ÞH 299, eftir at skipið brádliga sakk.
Fyrstu tíðindini søgdu, at allir teir 17 menninir umborð endaðu á sjónum, og síðani vórðu tiknir upp av tyrlu, sum fleyg teir til Egilsstaðir, og at allir livdu. Men í morgun frættist, at bert 14 eru bjargaðir á lívi, tríggir eru sjólætnir, skrivar RUV.
Jökull sendi út neyðarkall seinnapartin í gjár, tá ið skipið var statt góðar 50 fjórðingar eystanfyri Ísland. Stutt eftir sakk skipið, sum hoyrdi heima á Raufarhöfn. Nakrir av manningini fingu bundið seg saman, meðan teir bíðaðu eftir hjálp.
Íslendsku myndugleikarnir halda tíðindafund um eina løtu um hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



