Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya: Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir og angar, sum minna meira um bomm enn um sera vanabindandi rúsevni, so sum nikotin.

Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av hesum vørum, eru støðugt vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotini í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila.

Vit hava ein grundaðan illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum.

Tí hava Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya tikið stig til at skipa fyri almennum tiltaki um nikotin og snús í ítróttaumhvørvunum. Vit hava fingið vitjan av einum at fremstu granskarunum á økinum Charlottu Pisinger, og hon fer at hava ein fyrilestur, sum hon kallar: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan."

Málbólkurin eru fólk úr ítróttaumhvørvum, nevndarlimir, venjarar, foreldur og íðkarar.

Alment tiltak: Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker?

Dagur: Mikukvøldið 22. oktober kl. 19.00 - 21.00

Staður: Aulan í Finsens, Tórshavn

Skrá: 

1. "Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung", Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

2. "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan", Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

3. "Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik", Signar Hilmarson, ráðgevi í úrvalsítrótti hjá Ítróttasambandi Føroya

4. Spurningar og svar

Les meira og melda til á www.atgongurmerki.fo. Tiltakið er ókeypis. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo