Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Vinna

Við árslok 2025 vóru tað bara fýra lond í heiminum, har arbeiðsloysið var lægri enn í Føroyum.

Londini vóru Katar (0,2%), Kambodja (0,3%), Niger (0,4%) og Tailand (0,8%). Í Føroyum liggur arbeiðsloysið um eitt prosent.

Tað skrivar ALS í seinastu ársfrágreiðingini. Men Arbeiðsloysisskipanin leggur afturat, at kanska er tað so, at arbeiðsloysið í Føroyum er tað lægsta í øllum heiminum yvirhøvur, tí londini omanfyri kunnu í veruleikanum illa samanberast við Føroyar.

Føroyar hava 12 ár á rað havt lægsta arbeiðsloysið í Europa. Danmark hevði næstlægsta arbeiðsloysið við trimum prosentum – tríggjar ferðir tað føroyska.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #