Arbeiðsloysisskipanin (ALS) hevði eitt avlop á 191 milliónir krónur í 2025. Tað er tó ein munandi minking samanborið við árið frammanundan, tá avlopið var 210 milliónir krónur.
Inntøkurnar hjá ALS vóru 208,8 milliónir krónur í fjør, meðan útgjøld og veitingar til arbeiðsleys vóru 69,7 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur á góðar 11 milliónir krónur samanborið við 2024.
Størsta broytingin sæst á fíggjarligu inntøkunum, sum vóru 78,6 milliónir krónur í 2025 móti 96,7 milliónum árið fyri.
Við árslok hevði ALS eina eginogn á 1,73 milliardir krónur. Av hesum vóru umleið 1,66 milliardir krónur settar í onnur virðisbrøv og kapitalpartar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



