Arbeiðsloysisskipanin er nú so væl fyri, at hon kann tola seks prosent arbeiðsloysi í níggju ár, áðrenn eginognin er uppi.
Verður arbeiðsloysið átta prosent, kann skipanin halda fram í millum fimm og seks ár.
Sambært ársfrágreiðingini fær ALS avlop, so leingi arbeiðsloysið er niðanfyri góð trý prosent. Fer tað upp um hetta markið, fær skipanin hall.
ALS-gjaldið varð 1. januar í ár lækkað úr 0,8 niður í 0,6 prosent av lønini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



