Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: ALS og AMEG á fíggjarlógini
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at ALS og AMEG eru komnir á Løgtingsins fíggjarlóg?
2. Ætlar landsstýrið at broyta lógirnar viðvíkjandi ALS og AMEG, so tær loyva grunnunum at vera á fíggjarlógini?
3. Um ikki, ætlar landsstýrið at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini?
Viðmerkingar:
Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg sæst, at bæði ALS og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) eru komnir á løgtingsfíggjarlógina.
Hetta hóast, at í lógargrundarlagnum fyri báðar grunnarnar er ásett, at inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.
Tí er vert at vita, um landsstýrið ætlar at broyta lógargrundarlagið fyri grunnarnar, so heimild er fyri at hava teir á fíggjarlógini.
Um ætlanin ikki er so, so er vert at vita, um landsstýrið ætlar, at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini.
Málið er eisini áhugavert á tann hátt, at siðvenja hevur verið, at broytingar viðvíkjandi ALS verða framdar í samstarvi við stýrið, men í hesum førinum gongur mann beint ímóti tí, ið stýrið sigur.
Fyri at fáa greiðu á hesum og hví grunnarnir eru komnir á fíggjarlógina, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 24. oktober 2025
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



