Frihedsbrevet hevur í dag grein um undirritaða og spurningin um fleiri fiskidagar til bólk 5B. Greinin endurgevur tó ikki okkara samskifti í síni heild. Tí loyvi eg mær at leggja allar spurningarnar frá Frihedsbrevet og øll míni svar fram, so lesarin sjálvur kann meta um tað, sum varð ført fram.
Frihedsbrevet hevur valt at leggja dent á, at eg eigi part í einum báti, sum hevur fiskiloyvi í bólki 5B, og at báturin tí kann fáa ágóða av, um bólkurin fær fleiri fiskidagar. Hetta havi eg ongantíð roynt at fjala, tað flestu vita at mær dámar sera væl at flóta og veiða.
Hinvegin hevur Frihedsbrevet valt ikki at endurgeva fleiri týðandi partar av mínum svari.
Millum annað gjørdi eg greitt, at mín egni møguleiki at brúka nakrar av døgunum, um hesi verða tillutaðir, verður sera avmarkaður – um eg yvirhøvur fái møguleika at brúka nakran. Uppskotið kemur væntandi ikki til viðgerðar fyrr enn seint í august ella fyrst í september, og eg eri bundin av øðrum uppgávum restina av árinum. Mest sannlíkt verða dagarnir tí brúktir, áðrenn eg sjálvur fái møguleika at fara næsta túr. Hesin týðandi parturin av svarinum er ikki við í greinini.
Eg legði eisini dent á, at talan ikki er um at tilluta mær ella nøkrum øðrum ávísum báti serstøk rættindi. Talan er um 750 felags fiskidagar, sum allir bátar, ið lúka somu treytir í bólki 5B, kunnu brúka. Hetta er sostatt ein almenn politisk avgerð fyri ein heilan bólk og ikki ein serstøk tillutan til mín.
At ein politikari, eins og onnur í samfelagnum, kann verða ávirkaður av almennari lóggávu, kann ikki í sjálvum sær merkja, at viðkomandi ikki kann hava ella bera fram eina politiska støðu. Var tað meginreglan, kundu fólk, sum arbeiða, vinna pening og rinda skatt, ikki luttikið í viðgerðini av skattalóggávu. Bert tey, sum ikki arbeiddu og ikki rindaðu skatt, kundu tá viðgjørt skattamál. Tað hevði sjálvsagt ikki verið ein haldgóð fólkaræðislig meginregla. Lat okkum taka eitt annað dømi: Um ein av mínum nærmastu fekk eina sjúku, sum heilsuverkið ikki hevði nøktandi tilboð til, skuldi eg so ikki kunna varpa ljós á mangulin, bara tí málið eisini rakti meg persónliga? Sjálvandi skuldi eg tað – treytað av, at eg var opin um mítt samband við málið.
Tað avgerandi er, at møgulig persónlig áhugamál verða løgd opið fram. Tað havi eg gjørt, um ikki øll, so tey flestu vita at eg eigi báta saman við øðrum og rógvi út tá tíðin loyvir tí.
Politiska støðan má metast eftir teimum grundgevingum og teimum almennu viðurskiftum, sum verða førd fram.
Frihedsbrevet velur á henda hátt at gera ein møguligan persónligan fyrimun til høvuðsvinkulin. Tað má standa fyri teirra rokning.
Tá ið Frihedsbrevet leggur so stóran dent á persónlig sambond og møgulig áhugamál, rokni eg sjálvandi við, at miðilin eisini upplýsir lesarunum um, at Barbara Holm (ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo) er systir Dennis Holm, sum stóð fyri skerjingum í fiskidøgum, ið nú verða umrøddar, og at mamma greinahøvundans í morgun tók lut í orðaskiftinum í Løgtinginum ímóti broytingini í fiskidøgum.
Mín grundgeving snýr seg um tær ógvusligu skerjingarnar í fiskidøgunum hjá bólki 5, frávikið frá upprunaligu umsitingarsemjuni og tørvin á at varðveita útróðurin sum vinnu og sum ein veruligan møguleika hjá komandi ættarliðum. Tað hevði verið hóskandi, um Frihedsbrevet endurgav eisini hesar avgerandi partarnar av svarinum, heldur enn at velja burturúr og laga tilfarið til ein frammanundan valdan vinkul.
Niðanfyri verða spurningarnir frá Frihedsbrevet og míni svar endurgivin orð fyri orð.
Spurningar frá Frihedsbrevet og svar míni
1. Ynskir tú sjálvur, at bólkur 5B fær fleiri fiskidagar í 2026, hóast áhugafeløg og serfrøði tala ímóti uppskotinum? Hví?
Ja, eg taki undir við uppskotinum um at lata bólki 5B 750 serstakar fiskidagar í 2026.
Eg taki fakligu tilmælini í fullum álvara. Men tey eru ein týðandi partur av avgerðargrundarlagnum – ikki alt avgerðargrundarlagið. Politikkur snýr seg eisini um lutfall, forútsigilighed, rættvísi og um at varðveita eina vinnu, sum hevur stóran týdning fyri familjur og bygdir kring landið.
Bólkur 5 hevði eitt árligt útgangsstøði á umleið 22.000 fiskidagar, men hevur 6.468 dagar í 2026. Tað er ein skerjing upp á meira enn 70 prosent. Bólkur 4 hevur eisini verið fyri sera stórum skerjingum. Bara frá 2023 til 2026 er bólkur 5 farin úr 9.456 niður í 6.468 dagar – ein lækking upp á 31,6 prosent.
Umsitingarætlanin, sum varð sett í verk í 2021, bygdi á, at fiskidagatalið skuldi lækka 5 prosent, standa í stað ella hækka 5 prosent. Kortini varð bólkur 5 skorin 20 prosent í 2024, síðani 10 prosent í 2025 og aftur 5 prosent í 2026. Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá upprunaligu semjuni.
Um eingin árlig skerjing hevði farið upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 dagar í 2026. Sjálvt við teimum 750 serstøku døgunum verður samlaða talið 7.218 – framvegis umleið 890 dagar undir hesi leiðini.
Talan er sostatt ikki um at venda aftur til gamla fiskidagatalið, men um eina avmarkaða og tíðaravmarkaða loysn eftir fleiri sera stórar skerjingar.
2. Hevur tú givið landsstýrismanninum hugskotið um at luta bólki 5B fleiri fiskidagar?
Nei. Uppskotið er ikki komið frá mær.
Longu í undanfarnu tingsetu løgdu Jóhannis Joensen, Jacob Vestergaard og Bárður á Steig Nielsen fram uppskot um økt fiskidagatal til bólk 5B. Hetta var, áðrenn eg fór upp í politikk. Eg havi síðani alment sagt, at eg taki undir við málinum, men eg eri ikki upphavsmaður til uppskotið.
3. Er tað ikki eitt ivasamt uppskot, sum verður lagt fram, nú tá bæði Havstovan, Reiðarafelagið, Felagið útróðrarmanna og fleiri við teimum mæla frá, at uppskotið verður samtykt?
Eg haldi ikki, at uppskotið í sjálvum sær er ivasamt. Tað hevði verið skeivt at skúgva fakligu mótmælini til viks, men tað hevði eisini verið skeivt at lata tey virka sum eitt sjálvvirkandi veto, uttan at hyggja at samlaðu gongdini og serligu umstøðunum hjá bólki 5.
Bólkur 5 hevur bara føroysku leiðirnar at dúva upp á. Størri skipabólkar hava eisini fiskirættindi á øðrum leiðum. Harumframt er ein fiskidagur hjá einum lítlum útróðrarbáti ikki tað sama sum ein fiskidagur hjá einum stórum fiskifari. Veður, streymur, dagsljós, støddin á bátinum, talið á húkum og manningin seta natúrlig mørk fyri veiðitrýstinum.
Eg taki eisini undir við ítøkiligum tiltøkum, sum verja smáfisk og toskastovnin, eitt nú økisfriðingum, betri skrásetingum og øðrum tøkniligum verjutiltøkum.
MSC-góðkenningin skal takast í álvara, men hon eigur ikki at brúkast sum eitt generelt mótargument móti øllum broytingum. Um hildið verður, at hesir 750 dagarnir seta eitt ávíst MSC-krav í vanda, eigur tað at verða víst ítøkiliga: Hvørt krav er talan um, hvussu nógv verður mett, at veiðan økist, og hvør verður væntaða ávirkanin á stovnin?
Teir 750 dagarnir eru ein fyribils loysn. Varandi eigur umsitingarskipanin at verða rullað aftur til semjuna í arbeiðsbólkinum frá 2021, til ein nýggj og breið semja er gjørd.
4. Tú stendur sjálvur til at fáa ein ágóða av uppskotinum, tí báturin Freyr hevur fiskiloyvi 5B. Er tað fyri egnan vinning, at tú ynskir fleiri fiskidagar til 5B?
Hvat mína egnu nýtslu av døgunum viðvíkur, verður møguleikin sera avmarkaður. Uppskotið kemur væntandi ikki til viðgerðar fyrr enn seint í august ella fyrst í september, og eg havi longu nógv annað á skránni restina av árinum. Eg vænti tí ikki at fáa nakran ella í mesta lagi ein sera avmarkaðan møguleika at brúka hesar dagar sjálvur. Mest sannlíkt eru hesir dagar brúktir áðrenn eg fái møguleika at fara við næsta túr.
Mín politiska støða snýr seg kortini um viðurskiftini hjá øllum bólki 5B – ikki um eitt serligt loyvi ella ein serligan fyrimun til ein serstakan bát.
Eg eigi ein part av Freyri, men eg eigi ikki bátin einsamallur. Freyr verður eisini rikin sum fiskifar óheft av, um eg eri við, og báturin ger fleiri túrar uttan meg.
Tað er rætt, at betri møguleikar hjá bólki 5B kunnu hava jaligan týdning fyri allar bátar í bólkinum, eisini Freyr. Tað royni eg ikki at fjala, og tí eri eg eisini opin um ognarviðurskiftini. Haldi flest øll vita at mær dámar at flóta og fáast við veiðu yvirhøvur. Tey flestu vita at eg eigi part av báti, tað er bara at hyggja á sosialu miðlarnar.
Skal undirstrika at uppskotið gevur ikki Freyr ella mær eitt serligt rættindi. Talan er um 750 felags fiskidagar, sum allir bátar, ið lúka somu treytir í bólki 5B, kunnu brúka. Sum nevnt fari eg sjálvur mest sannlíkt ikki at brúka nakað serligt at døgum av hesum 750 um teir verða tillutaðir.
Mín politiska grundgeving byggir á almennu gongdina: meira enn 70 prosent skerjing, brotið á umsitingarsemjuna og tørvin á at varðveita útróðurin sum eina vinnu og sum veruligan møguleika hjá nýggjum ættarliðum at koma inní fiskivinnuna. Við verandi gongd er útróður avoyddur sum vinna, um ikki so langa tíð - tað er míni sjónarmið.
Fróði Magnussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



