N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eg eri ómetaliga takksamur fyri at hava fingið høvi at samskipa Altjóða Holocaustdagin frá 2020 til og við 2025.

Vit høvdu ein greiðan arbeiðssetning: at lýsa Holocaust og onnur fólkamorð, og skjótt funnu vit ein væl egnaðan leist, sum vit hildu fast við øll árini.

Fyrst valdu vit altíð eitt landafrøðiligt stað, har eitt fólkamorð var framt. Hetta gjørdist ramman um tiltakið.

Síðani arbeiddi vit við sjálvum innihaldinum: søguligu gongdini og holocaust gransking frá “Gregory Stanton” vóru umrødd og sett í eina menniskjaliga og politiska heild, soleiðis at áhoyrarnir fingu greiða fatan av, hvussu fólkamorð kann vaksa fram.

Afturat hesum funnu vit altíð eitt føroyskt íkast, sum knýtti tað fjarskotna evnið tættari at okkum sjálvum.

Til dømis tá evnið var Balkan, greiddi Regin Jacobsen frá sínum leikluti, tá flóttar komu hagani til Føroya, og Ottar í Funningsstovu fortaldi um síni upplivingar sum herðmaður á Balkan.

Vit høvdu eisini eitt fótbóltsinnslag við Hera Simonsen og Trónda Arge um sambandið millum Føroyar, gamla Jugoslavia og Balkanøkið frá 1990 og fram til í dag.

Tá vit viðgjørdu fólkamorðið í Armenia, fortaldi Arousiak Hammer úr Hvalba um sína familjusøgu, har forfedrar hennara flýddu undan turkiska áganginum.

Tá evnið var Ruanda, greiddi Dan T. Hansen av Skála frá sínum upplivingum í landinum, meðan fólkamorðið fór fram.

Eitt ávíst órógv var um næstseinasta og seinasta holocaust-tiltakið, vegna støðuna í Ísrael og Gasa.

Sum nevnt omanfyri, valdu vit fyrst eitt søguligt stað, har fólkamorð varð framt, men í hesum førinum metti eg – og haldi tað enn – at um vit valdu eitt stað og samstundis vildu viðgera støðuna í Ísrael/Gasa, so hevði hetta yvirtikið alt fokus.

Tí helt eg, at antin viðgera vit Ísrael/Gasa einsamalt, ella so halda vit okkum til tað valda søguliga evnið.

Í fjør valdu vit fólkamorðið í Kambodja, men um bæði evnini vórðu tikin við, hevði Kambodja sannlíkt druknað burtur.

Seinastu tvey árini endaðu vit tiltøkini við, at næmingar greiddu frá, hvat tey høvdu lært av altjóða holocaustdegnum.

Hetta var ein sera gevandi partur.

Næmingarnir vóru væl fyrireikaðir og vístu týðiliga, at dagurin var bæði læruríkur og týdningarmikil.

Arbeiðið at leggja dagin til rættis hevur verið fullt av ógloymandi løtum, og eg eri errin av tí, vit fingu gjørt saman.

Tað hevur verið ein heiður at varpa ljós á hesi týðandi søguligu evni og at gera tað saman við so nógvum dugnaligum fólkum.

Ólavur í Geil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #