Íløgurnar hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum góvu 85,7 milliónir krónur í avkasti í 2025.
Tað stendur í ársfrágreiðingini.
Samlaða avkastið var 4,3 prosent. Tað var væl minni enn í 2024, tá grunnurin fekk 155,7 milliónir krónur, svarandi til 8,8 prosent.
Partabrøvini góvu 7,5 prosent ella 42,9 milliónir krónur. Menningarlandalánsbrøvini góvu besta prosentvísa avkastið, 8,3 prosent, meðan realkredittlánsbrøv góvu 2,7 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



