Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi
Politikkur

Ein nýggj kanning vísir, at nógv í USA stúra fyri tí sum stendur fyri framman, nú miðskeiðisval verður um tveir mánaðir.

Kanningin, sum Gallup og Kettering Foundation hava gjørt millum meira enn 23.000 fólk, vísir, at 67 prosent óttast, at politikarar fara at leggja trýst á valábyrgdarfólk. Samstundis stúra 57 prosent fyri, at atkvøður ikki verða rætt handfarnar, og 52 prosent fyri hóttanum á sjálvum valstøðum.

Heili 73 prosent eru bangin fyri fleiri trupulleikum samstundis. Demokratar mistrúgva serliga Trump, meðan republikanarar óttast ólógligar atkvøður – hóast lítil prógv eru fyri tí.

Støðan vísir eina djúpa álitisneyð í USA, og nógv halda, at amerikanska fólkaræðið skal standa sína roynd á miðskeiðisvalinum sum verður 3. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #