New Mexico krevur atgongd til óredigerað Epstein-skjøl, og ákærir Løgmálaráðið fyri at tarna kanningini.
Tað skrivar DR.
Løgmálaráðharrin í New Mexico, Raúl Torrez, heldur, at amerikanska Løgmálaráðið heldur skjøl aftur, sum eru avgerandi fyri kanningina hjá statinum av møguligum kynsligum ágangi og menniskjahandli á Zorro Ranch hjá Jeffrey Epstein í New Mexico.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



