Amerikanski søgufrøðingurin og uttanríkispolitiski viðmerkjarin Robert Kagan ávarar Danmark og Grønland í samrøðu við miðilin The Bulwark ímóti at halda, at nýggja trygdaravtalan hevur sløkt ynskið hjá Donald Trump um at yvirtaka Grønland.
– Tey skilja ikki, at tey hava við eitt rovdjór at gera. Og rovdjór brúka aðrar reglur, sigur Robert Kagan. Hann metir, at avtalan heldur kann leggja grund undir nýggj amerikonsk stig enn vera endin á málinum.
Amerikonsku metingarnar eru tó ymiskar. Konservativi miðilin Washington Times rópar avtaluna ein sigur fyri samráðingarevnini hjá Donald Trump. Hinvegin sigur Torrey Taussig hjá Atlantic Council, at framferðin hjá stjórnini hevur skatt álitið millum USA og evropeisk samgongulond.
Avtalan gevur USA størri hernaðarligt rásarúm í Grønlandi, men staðfestir samstundis fullveldi ríkisfelagsskapsins og sjálvsavgerðarrætt grønlendinga.
Í einum tíðindaskrivi sum Hvítu Húsini hava sent út verður víst til 50 amerikanskar og altjóða politikarar og serfrøðingar sum rósa avtaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



