At oljugrunnurin hevur tikið seg úr amerikanska Caterpillar er ikki fallið í góða jørð hjá republikanska senatorinum, Lindsey Graham, skrivar E24.no.
– Til norska eftirlønargrunnin – sum er tann størsti í heiminum: tykkara avgerð um at revsa Caterpillar, sum er ein amerikansk fyritøka, tí Ísrael brúkar nakrar av teirra vørum, er átaluverd.
– Tykkara «bullshit»-avgerð fer at fáa avleiðingar.
To Norway’s sovereign wealth fund –which is the largest in the world: Your decision to punish Caterpillar, an American company, because Israel uses their product is beyond offensive.
— Lindsey Graham (@LindseyGrahamSC) August 27, 2025
Your BS decision will not go unanswered. https://t.co/XQRSYtfMIQ
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



