Kvinnur og gentur verða ómenniskjasliga viðfarnar í áhaldandi ísraelska fólkadrápinum í Gasa, eisini hóast vápnahvíld er. Tað staðfestir Amnesty International, sum í dag gevur út nýggja frágreiðing um fólkadrápið av palestinum í Gasageiranum, í hesum førum við sjóneykuni á gentur og kvinnur.
"Ikki umstøður at liva: kvinnur, gentur og kynjaðu aspektini av ísraelska fólkadrápinum av palestinum í Gasa" er heitið á frágreiðingini. Á 135 síðum verður lýst, hvussu ísraelski herurin - hóast vápnahvíld - hevur dripið, sært, tvingsilsflutt, ólógliga afturhildið, svøltað og tilvitað noktað kvinnum og gentum atgongd til grundleggjandi heilsurøkt, eitt nú kyns- og nøringarheilsu.
Frágreiðingin vísur, at kvinnur og gentur eru í dagligum stríði fyri at yvirliva í einum gerandisdegi, ið er køvdur av sorg, ótta og trauma. Tær hava ongan møguleika at taka egnar avgerðir um barnsburð, føðing og kyns- og nøringarheilsu í heila tikið. Endurtakandi og økti harðskapurin móti kvinnum og gentum í herðsetta Gasageiranum er eitt týðandi vápn í fólkadrápinum móti palestinum, ið enn fer fram.
Amnesty heitur á, at Ísrael verður kannað fyri ta fólkamorðsgerð, ið tað er, at seta tiltøk í verk, sum skulu forða barnsburðum innan ávísan bólk, sum er bannað sambært grein II(d) í Fólkamorðssáttmálanum, umframt aðrar gerðir ið eru allýstar í sáttmálanum.
Ísraelska fólkadrápið hevur týnt heilsuskipaninar í Gasa, so flestu heilsustøð ikki eru virkin longur. Fleiri enn 90% av sjúkrahúsunum í Gasa eru oydd ella bert lutvíst virkin. Heilsustarvsfólk og sjúklingar lýstu føðistovurnar, ið eftir eru, sum yvirfyltar. Kvinnur føddu í felagssongum ella á gólvinum.
Stongsulin av Gasa og avmarkingin av humaniterari hjálp og lívsneyðugum vørum, herundir heiligvági, brennievni og heilsuútgerð, verður av heilsustarvsfólki sett beinleiðis í samband við at kvinnur hava mist børn í óætlaðari abort, deyðføddum børnum, tvangsflyting í aktivari føðing og øðrum álvarsomum og í enntá deyðiligum støðum í sambandi við barnsburð. Nýføðingar verða noydd at deilast um kuvøsur og aðra lívsneyðuga útgerð, ið elvir til deyðsføll, ið kundu verið forðað.
Frágreiðingin lýsir ræðuligar upplivingar hjá kvinnum, ið verða noyddar at føða í óhugnaligum umstøðum, eisini meðan tey eru undir skotálopi í aktivari føðing ella beint eftir barnsburð. Eisini er skjalprógvað, hvussu ísraelsk álop á Al-Shifa sjúkrahúsið í novembur 2023 elvdu til átta deyð prematur børn, meðan lívsupphaldandi viðgerð hjá 31 børnum varð steðgað orsaka av álopinum, og børnini vóru skild burtur frá mammu síni. Orsaka av sera avmakaðu nøgdini av føðslu, ið ísrael loyvir inn í Gasa, er støðið av svøltan og føðslutrotið verri enn nakrantíð. Hetta gongur serliga út yvir kvinnur ið geva bróst, og sum fyrst og fremst hugsa um at geva børnum sínum mat í munnin.
Fyri tveimum árum síðan gav Amnesty International út frágreiðing, ið staðfesti, at Ísrael fremur fólkamorð í Gasageiranum. Hendan nýggja frágreiðingin vísir á, at Ísrael heldur á fram at fremja fólkamorð, eisini eftir sokallaðu vápnahvíldina millum Hamas og Ísrael í oktobur 2025. Hetta við tilvitað gera lívsumstøðurnar í Gasagerianum vánaligar fyri at skaða og slátrað palestinar.
- Lond hava eina lógarbundna og moralska skyldu at leggja trýst á ísraelsku stjórnina fyri at steðga áhaldandi fóladrápinum á palestinar í Gasa, at verja rættindi hjá gentum og kvinnum og tala at kynsligu brotsverkunum. Lond skulu brúka allar møguleikar at bróta niður tær skipanir, sum gera tað møguligt hjá Ísrael at halda fram við ólógligu hersetingini og apartheidskipanini. Tað fevnur um at steðga øllum vápnaflutningi til Ísrael alt fyri eitt, sanktionera ísraelsk embætisfólk, sum hava ein leiklut í fólkadrápinum og øðrum brotsgerðum sambært altjóðalóg, umframt at tryggja, at fyritøkur ikki stuðla ella hava vinning av ólógligu framferðini hjá Ísrael. Sigur Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



