Í dag bleiv kappast í triathlon, um FM heitið í Sprint Triathlon. Hjá kvinnum gjørdist Anna Lovisa Mýri føroyameistari, og hjá monnum Magni Hansen. Tvey gull til til felagið í Klaksvík, tí bæði eru limir Súkklu- og Triathlonfelagnum í Klaksvík, Norðstrok.
Havnin var karmur um kappingina, og tað bleiv í dag svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Teinurin í dag verður sami teinur, sum verður koyrdur í komandi summar, tá Oyggjaleikir verða í Føroyum.
Súkklað bleiv frá svimjihøllini, eftir Eystara Ringvegi, eftir Yviri við Strond, niðan eftir Jónas Broncks gøtu, niðan eftir Hoyviksvegnum, síðan eftir Tjaldursvegi, eftir R. C. Effersøe gøtu, og so aftur á Eystara Ringveg. Teinurin er akkurát 5 kilometrar. Teinurin skuldi tí súkklast fýra fer.
Tá kappast verður í Sprint Triathlon verður fyrst svomið 750 metrar, síðan súkklað 20 kilometrar, og at endað runnið 5 kilometrar.
Tað bleiv súkklað og runnið sami teinur. Ein góður teinur, helt onkur, ein strævin teinur, helt onkur annar. Góður ella ikki, so skuldu øll berja seg niðan drúgvu niðanbrekkuna frá Skansanum, og allan vegin niðan til Adventistakirkuna. Súkkla fýra fer, og renna eina fer.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



