Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Politikkur

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni: Rúsevnaeftirlit

Spurningar:

  1. Hvør hevur eftirlit við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling?

  2. Hvussu ofta hevur danska sjóverjan lagt at kai í Føroyum seinasta árið?

  3. Hvussu ofta hevur eftirlit verið umborð?

  4. Eru rúsevni nakrantíð funnin umborð á donskum sjóverjuskipum?

Viðmerkingar:
Rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tann einstaka. Saman við mongdunum av rúsevnum í býarlívinum er úrslitið eisini ofta harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit dagliga í miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini v.m. Fyri at vita, hvussu vit kunnu hava fullkomið eftirlit við landamørkunum bæði sjóvegis og loftvegis verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 4. november 2025

Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo