Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Bloggur

Sámal Sunnudag: Hóast Løgtingið formliga er omanfyri Landsstýrinum, er Landsstýrið í verki oman fyri Løgtingið. Hetta stýriskipanarliga paradoks ger, at landsstýrisfólk hava hægri tign enn løgtingsfólk. Tí er sum oftast gravgangur eftir at sleppa í Landsstýrið, har dagsskráin verður sett, heldur enn at sita í Løgtinginum.

Tosað verður eisini um eina landsstýris-effekt, ið merkir, at landsstýrisfólk vegna øktu profileringina fáa fleiri atkvøður komandi val. At sleppa í Landsstýrið er tískil fremjandi fyri politisku karrieruna. Umvent eru tað eisini vanliga løgtingslimir við høgum atkvøðutali, ið gera krav upp á landsstýrissessirnar.

Av hesi orsøk er talið á landsstýrissessum eisini vaksið gjøgnum árini - frá upprunaliga trimum til níggju. Hetta fyri at styrkja samgonguna í mun til andstøðuna, tí hetta merkir eisini, at fleiri varalimir sleppa á ting. Umframt 18 fólkavaldu tinglimirnar fekk samgongan harumframt 9 landsstýrisfólk, t.v.s. at talið á landspolitiskum umboðum varð hækkað við eini helvt! 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo