BirkBloggur: Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum.
Tá tú hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta rúminum?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



