Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-018/2026 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni, um krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørji eru galdandi krøvini fyri, at ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum?

2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi?

3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?

Svar til spurning 1 og 2 
Í høvuðsheitum er talan um varandi uppihaldsloyvir til tveir ymiskar bólkar av útlendingum í Føroyum:

1. Teir útlendingar, sum eru komnir til Føroyar við familjusameining og hava fingið fyribils uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi í Føroyum.

2. Teir útlendingar, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi við tí endamáli at arbeiða í Føroyum, og samfylgjandi familjur teirra.

Viðvíkjandi familjusameining 
Varandi uppihaldsloyvi kann eftir umsókn latast útlendingi, sum hevur búð lógliga í Føroyum longur enn tey seinastu trý árini, um útlendingurin í hesum tíðarskeiðinum hevur havt uppihaldsloyvi við atliti at varandi uppihaldi í Føroyum. Tað eru m.a. uppihaldsloyvir eftir reglunum um friðskjól og familjusameining, sbrt. § 11, stk. 3 í útlendingalógini.

Hevur útlendingurin størri skuld til tað almenna enn 97.436,38 kr. (2026-støði) kann viðkomandi tó ikki fáa varandi loyvi, uttan so at útlendingurin hevur gjørt avtalu um at rinda skuldina aftur og heldur hesa avtaluna, sbrt. § 11, stk. 5 í útlendingalógini.

Tað er eisini ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri sínum upprunaliga uppihaldsloyvi.  

Í § 11, stk. 4 í útlendingalógini er heimild til, at varandi uppihaldsloyvir eftir umsókn kunnu latast útlendingum í øðrum førum um so er, at týðandi fyrilit tala fyri hesum. Ásetingarnar um, at útlendingurin ikki má hava størri skuld til tað almenna, er tó eisini galdandi í slíkum førum.

Ein útlendingur, sum ikki er norðurlendingur ella hevur friðskjól í Føroyum, og sum hevur havt varandi loyvi í Føroyum longri enn seinastu trý árini, skal átaka sær og skjalprógva at hava førleika til at uppihalda sær og sínum hjúnafelaga ella samliva fíggjarliga, um hjúnafelagin ella samlivin skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Hendan treytin skal framvegis vera lokin, tá hjúnafelagin ella samlivin eftir trimum árum søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi.  

Ein útlendingur, sum ikki er norðurlendingur ella hevur friðskjól í Føroyum, og sum hevur havt varandi loyvi í Føroyum longur enn tey seinastu trý árini, skal bert í ávísum førum skjalprógva at hava førleika til at fíggjarliga uppihalda sær og sínum barni, um barnið skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Er treytin sett áður, so skal hendan treytin framvegis vera lokin, tá barnið eftir trimum árum søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi.  

Viðvíkjandi familjusameining við útlendskt foreldur yvir 60 ár, so skulu bæði útlendingar, sum hava havt varandi loyvi í Føroyum longur enn tey seinastu trý árini, útlendingar, sum hava friðskjól í Føroyum, norðurlendingar og føroyingar átaka sær og skjalprógva at hava førleika til at uppihalda sær og sínum útlendska foreldri fíggjarliga, um foreldrið skal fáa uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining. Hendan treytin skal framvegis vera lokin, tá foreldrið søkir um at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Eingi krøv eru um føroyskan málførleika, tá varandi uppihaldsloyvir verða latin í sambandi við familjusameining.

Viðvíkjandi útlendingum við arbeiðsloyvum og samfylgjandi familjum teirra 
Tað hevur verið føst siðvenja í málsviðgerðini hjá útlendingamyndugleikunum í nógv ár, at útlendingar, ið koma higar at arbeiða, og samfylgjandi familjur teirra, sum hava búð lógliga í Føroyum longur enn tey seinastu 7 árini, í høvuðsheitum á sama grundarlagi, eftir umsókn kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, um so er, at tey í sonevndari integratiónssamrøðu kunnu vísa á, at tey hava nomið sær føroyskan málkunnleika umframt vitan um føroyska mentan og føroyska samfelagið. Varandi uppihaldsloyvi verður tá latið við heimild í § 11, stk. 4 í útlendingalógini. Siðvenjan er upprunaliga komin í lag eftir ynski frá Føroya landsstýri, tí áðrenn hetta høvdu útlendingar við arbeiðsloyvi og samfylgjandi familja teirra ikki møguleika at fáa varandi uppihaldsloyvi. Tað er eisini í hesum málum ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri sínum upprunaliga uppihaldsloyvi.  

Viðvíkjandi inntøkutreytum  
Tað er ikki ein treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi, at útlendingurin ella herbúgvandi persónurin (tilvísingarpersónurin) hevur eina ávísa inntøku. Hinvegin eru ymiskar treytir um at kunna uppihalda sær sjálvum og familju sínari fíggjarliga alt eftir, um útlendingurin, ið søkir um varandi uppihaldsloyvi, frammanundan hevur uppihaldsloyvi eftir reglunum um familjusameining, arbeiðsloyvi ella sum samfylgjandi familja. Hesar treytirnar skulu sum áður nevnt framvegis vera loknar, um varandi uppihaldsloyvi skal latast útlendinginum.  

Svar til spurning 3 
Í løtuni verður arbeitt við einari nýggjari útlendingalóg fyri Føroyar, har ætlanin er at herða treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum við m.a. at seta krøv um, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum støði, áðrenn hann kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Vinnumálaráðið, hin 1. september 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #