Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein
Politikkur

Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-045/2026 frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, um føroyska matvøruframleiðslu

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Ætlar landsstýrið, at Føroyar verða sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu?

2. Hevur landsstýrismaðurin eina ætlan fyri at styrkja um føroyska matframleiðslu?

Svarað verður undir einum: 
Landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at styrkja føroyska matframleiðslu. Endamálið er, at føroyingar í størri mun kunnu keypa føroyskt framleiddar matvørur fyri ein prís, ið kann sammetast við útlendskar vørur.

Neyðugt er at betra um umstøðurnar hjá føroyskum framleiðarum, m.a. við øktum landbúnaðarstuðli.

Landbúnaðarstuðulin er tí hækkaður nakað, og skipanin er víðkað til eisini at fevna um grøði. Málið er at virka fyri, at vit skulu vera meira sjálvbjargin við teirri grøði, sum grør væl í Føroyum. Málið er harumframt at styrkja føroysku kjøtframleiðsluna, sum eisini frameftir skal vera ein týðandi partur av føroyska marknaðinum.

Viðvíkjandi veitingartrygd eru vit í Føroyum sum heild væl fyri, men tað eru eyðsæð nakrir veikleikar, um talan er um longri tíðarbil við órógvi á innflutning.

Tað er tó umráðandi at leggja dent á, at hóast ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikki verið á mati sum heild, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi.

Víst verður annars til svar, dagfest tann 29. juni 2026, upp á § 52a-fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund, løgtingsmanni.  

Vinnumálaráðið, 24. september 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #