Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-130/2025 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um føroyska neyðhjálp og menningarsamstarv 

Spurningur: 
Vil landsstýrismaðurin virka fyri at brúka føroyskar hjálparfelagsskapir og felagsskapir, sum føroyingar virka í, til at veita neyðhjálp og menningarsamstarv kring heimin?  

Svar: 
Landsstýrið letur stuðul til altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp sambært løgtingslóg nr. 44 frá 2007 um altjóða menningarsamstarv og kunngerð nr. 72 frá 2008 um altjóða menningarsamstarv.

Ásett er, at lógin millum annað skal leggja lunnar undir føroyskari luttøku í altjóða samfelagnum, og at føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki, tá ið til ber, eiga at verða gagnnýtt og ment í samband við verkætlanir, ið fáa stuðul.

Vanlig mannagongd er, at stuðulsumsóknir frá føroyskum felagsskapum við altjóða virksemi og felagsskapum við føroyskum starvsfólki ella sjálvbodnum, ið virka á staðnum, har humanitera virksemið verður útint, verða raðfestar, tá ið treytirnar annars fyri at fáa stuðul sambært leiðreglunum eru loknar.

Ætlanin er at halda fram við stuðli til altjóða humanitert arbeiði eftir sama leisti.

Serliga ætli eg at leggja dent á, at føroysk vitan og føroysk luttøka meira miðvíst verða raðfest í altjóða menningarsamstarvi. 

Bárður á Steig Nielsen 
landsstýrismaður
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #