Egin framburður er ikki at forsmáa. Men mótburður hjá øðrum er heldur ikki at foragta
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Egin framburður er ikki at forsmáa. Men mótburður hjá øðrum er heldur ikki at foragta
- danskt orðatak
Størv

Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning? ️

ArtiCon søkir húsasmiðir til timburarbeiði í Klaksvík og eisini onnur byggipláss runt í landinum – byrja skjótast gjørligt

Vit hava nógv at gera – og tí leita vit eftir tær, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum toymi, har vit fara at skifta tekjuna á Christianskirkjuni saman. Men, um tú ynskir aðrar spennandi uppgávur í øðrum býum ella bygd, so er tað eisini ein møguleiki.

Hjá okkum fært tú ikki bara eitt arbeiði – tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har trygd, trivnaður, fakligheit og samstarv eru í miðdeplinum.

Hvat fert tú at gera?

Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum at skifta takið á flottu Christianskirkjuni. Hetta er eitt spennandi serarbeiði av týdningi-

Tú sært úrslitið av tínum arbeiði í veruleikanum. vit hava eisini aðrar spennandi verkætlanir runt landið við fjølbrottum timburarbeiði.

Arbeiðir tú saman við einum góðum makkara? Tit eru eisini vælkomin at søkja saman!

Vit leita eftir tær, sum

· hevur útbúgving innan handverk (ella viðkomandi royndir)

· trívist við timburarbeiði

· ert arbeiðssamur/-som og álítandi

· tekur ábyrgd og leggur dent á dygd

· dugir væl at samstarva

Hvat fært tú hjá okkum?

· eitt trygt og væl skipað arbeiðspláss

· nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður

· spennandi og fjølbroyttar uppgávur

· møguleikar at menna teg – bæði fakliga og persónliga

· eitt sterkt toymi, har vit hjálpa hvørjum øðrum

Løn og setanartreytir

Størvini verða sett, skjótast til ber. Løn, sum er kappingarfør og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum. 

Send umsókn:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #