Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Innlendis ítróttur

Odmar Færø og Sølvi Vatnhamar vera væntandi báðir at síggja í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 31. oktobur - Mynd: Álvur Haraldsen

FSF: Fríggjadagin 31. oktobur klokkan 19:00 verður Tórsvøllur karmur um enn eina finalu um Løgmanssteypið. Liðini, ið bresta saman í ár, eru KÍ og Víkingur.

Seinast, hesi bæði møttust í steypafinaluni, var fyri trimum árum síðani, tá teir ljósabláu vunnu 1-0. Einsamalla málið í dystinum skoraði Sølvi Vatnhamar við brotssparki tríggjar minuttir fyri leiklok.

Hvussu verður í ár, nú vit skriva 2025, verða vit klókari upp á fríggjakvøldið í næstu viku.

Atgongumerkjasølan til ársins steypafinalu er byrjað, og fer fram í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #