Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.
Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at tryggja, at føroyskt sum annaðmál til vaksin verður styrkt samsvarandi við vaksandi tørvin, um fleiri útlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi komandi árini?
2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?
4. Hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava í løtuni rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og hvussu stórur partur av teimum taka av tilboðnum og fullføra tey ymisku málstigini, ávikavist A1-, A2-, B1- og B2-stig?
5. Hvussu nógvir undirvísingartímar eru játtaðir tilsamans um árið, og hvussu nógvum undirvísingartímum er veruligur tørvur á?
6. Metir landsstýrismaðurin, at nóg mikið av fakliga útbúnum lærarum eru tøkir til at nøkta vaksandi tørvin?
Viðmerkingar:
Landsstýrið hevur gjørt sær ítøkiligar ætlanir um at herða útlendingalógina. Millum annað ætlar landsstýrið at herða krøvini til samfylgjandi familju fyri at tálma trýstið, hetta kann koma at leggja á vælferðarskipanir okkara.
Tó er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión, at teir mongu útlendingarnir, sum vit taka ímóti í Føroyum, hava nøktandi møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum.
Føroyskt sum annaðmál er eitt tilboð, sum verður bjóðað øllum útlendingum, ið fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Tó eru ábendingar um, at avbjóðingar eru við verandi skipan, bæði tá tað ræður um atgongd til undirvísing, nøktandi tal av undirvísingartímum og umstøðurnar hjá teimum, sum veita undirvísingina.
Við hesum í huga verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 10. august 2026
Hermann Ronnason Samuelsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



