

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Avleiðingar av niðurlaðing av uttanlandsfrádráttinum
Spurningar:
1. Hvussu nógv er komið inn í § 25 a og § 25 b inntøku í 2024, sammett við 2023?
2. Hvussu nógv fólk fingu uttanlandsfrádrátt í 2024, sammett við 2023?
3. Eru nakrar ábendingar um, hvønn veg tølini fyri hetta bera í 2025, sammett við 2024?
Viðmerkingar:
Tá samgongan framdi eina skattaumskipan stutt undan jólum í 2023, var ein partur av umskipanini tann, at uttanlandsfrádrátturin skuldi so líðandi avtakast. Tó blivu broytingar gjørdar, so hann bleiv niðurlagaður, og ikki avtikin heilt.
Nógvar ávaringar vóru móti hesum broytingum, tí tað fór hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri tey, ið fingu hendan frádráttin.
Eisini vóru fleiri ávaringar, ið snúðu seg um, at landskassin allarhelst onki fór at fáa í meirinntøku, tí fleiri tóku avleiðingarnar og fluttu í aðrar skipanir, ið ikki blivu raktar av broytingunum ella fluttu av landinum. Nakrar ábendingar eru um, at tað er júst hetta, sum er hent.
Landsstýrið væntaði upprunaliga, at avtøka av uttanlandsfrádráttinum fór at geva landskassanum 38 mió. kr. í meirinntøku.
Tað er fyrr spurt um hetta, men tað bar ikki til at geva eitt greitt svar, tí skattaárið 2024 ikki var endaliga gjørt upp, men tað er tað nú.
Broytingarnar vera framdar so líðandi, so tí er eisini vert at vita, um nakrar ábendingar eru fyri tølini í 2025, sammett við tey í 2024.
Fyri at fáa greiðu á, hvussu hendan broytingin hevur ávirkað, og um landskassin hevur fingið eina meirinntøku sum væntað, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 17. oktober 2025
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo