Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Ruth Vang, løgtingskvinna 
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum 
Evni: Avgerð um at flyta umlættingartilboð til Sands

Spurningar:   
1. Tekur Almannaverkið til eftirtektar niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni, at avgerðin at flyta umlættingartilboð til Sands er ógildug?

2. Um ja, hvør er avleiðingin av, at avgerðin er ógildað?

3. Hevur ella fer Almannaverkið at bjóða avvarðandi foreldrum annað ella tillagað tilboð, sum livur upp til krøvini um eina framhaldandi tænastu av tí, sum var á Eirargarði ?

Viðmerkingar: 
Fyri góðum mánaði síðani kom Løgtingsins Umboðsmaður við áliti um avgerð hjá Almannaverkinum at flyta umlættingartilboð til Sands. Flytingin varð gjørd lutvís sum avleiðing av sparing, sum varð áløgd Almannaverkinum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2026, lutvís tí tað ikki er eydnast at finna nýggj høli til umlættingartilboðið í Havn, nú Eirargarður 14, har umlættingin hevur húsast, skal umvælast. Harumframt er hetta ein liður í royndunum at fáa ein skynsamari rakstur við størri eindum.

Umboðsmaðurin kemur til ta niðurstøðu, at av tí at tilboðið á Sandi ikki kann sigast at vera eitt framhald av tænastuni, barnið fekk í Havn, er avgerðin at flyta tilboðið ein fyrisitingarlig avgerð, har stovnurin hevur skyldu at hoyra tey, sum avgerðin umfatar, og ikki ein sokallað útinnandi fyrisiting, sum Almannaverkið annars metti avgerðina at vera. At Almannaverkið ikki hevur framt hoyring hevur ta avleiðing, at avgerðin má metast at vera ógildug, sigur umboðsmaðurin. Haraftrat metir umboðsmaðurin, at flytingin ikki er framd við barnsins besta fyri eyga, og tí er í stríð við ásetingar í bæði barnarættinda- og breksáttmála.

Avvarðandi hjá teimum, sum skulu flyta, hava verið í miðlunum og greitt frá, at tey eru sera ónøgd við avgerðina. Sum skilst, hava fleiri teirra valt ikki at taka av tilboðnum á Sandi, og bíða enn eftir einum tilboði, tey meta vera nøktandi.  

Á Løgtingi, 20. mai 2026 
Ruth Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #