Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt verður syndrað av teimum, sum duga bert at síggja tveir litir - hvítt og svart
- V. Poulsen
Politikkur

Sosialir miðlar fylla nógv í gerandisdegnum hjá bæði ungum og vaksnum.

Teir sosialu miðlarnir geva okkum nógvar fyrimunir, men samstundis síggja vit eisini vaksandi avbjóðingar, serliga hjá børnum og ungum.

Tíðin er búgvin til, at vit seta eitt aldursmark á sosialar miðlar!

Í dag eru nógv børn á sosialum miðlum langt áðrenn tey í veruleikanum eru búgvin til at handfara tað trýstið og tað innihaldið, ið ferðast har.

Gransking vísir, at nógv ung uppliva trýst, samanberingar og neiligar viðmerkingar á teimum sosialu miðlunum, og hetta kann hava eina neiliga ávirkan á sálarheilsuna.

Samstundis eru sosialir miðlar eisini ein staður, har børn verða útsett fyri óhóskandi innihaldi, grooming, følskum profilum og talgildari happing.

Sosialir miðlar eru komin fyri at vera, og pallarnir hava nógv gott við sær.

Men vit hava eisini ábyrgd av at tryggja, at okkara børn og ungu fáa ein tryggan og sunna uppvøkstur, eisini á netinum.

Tí eiga vit at taka kjakið. 

Eitt aldursmark hevði ikki loyst allar avbjóðingarnar tvørturímóti.

Men eitt lógarásett aldursmark hevði gjørt boðskapin greiðan.

Vit taka trivnaðin hjá børnum og ungum í álvara, og tað hevði samstundis verið eitt stig á leiðini móti einum meira ábyrgdarfullum talgildum umhvørvi fyri okkara børn.

X við Sunnvá Dahl Høgfeldt 26. mars, og við Sambandsflokkin 24. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #