SámalSunnudag: Tað er undranarvert at lesa tíðindi í hesum døgum. Sera nógvir sitandi løgtingslimir og fyrrverandi valevni hava lagt kongin og ætla sær nú okkurt annað enn løgtingsarbeiðið.
Einasti flokkur, ið ikki tykist missa fólk í løtuni - hann misti tey jú í rumblinum upp undir farna val - er Fólkaflokkurin. Hann hevur seinastu árini kunnað bygt upp og stendur klárur til val við sera nógvum sterkum valevnum. Eitt nýtt ess hjá flokkinum er Bill Justinussen, ið saman við Rósu Tyril Gaardlykke fer at taka nógvar atkvøður frá Miðflokkinum í Eysturoynni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



