Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í gjár luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á fundi saman við sameindu arktisku uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi.
USA var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í New York.
Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar.
Landsstýrismaðurin vísti á, at við okkara strategisku staðseting fylgir ein ábyrgd at vera við til at styrkja okkara felags trygd.
Tí virka Føroyar fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



