Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tak bara teg sjálvan tignarliga og hátíðarliga - men gloym so ikki at flenna
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, handar landsstýrismanninum heiðursskjal

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, handar landsstýrismanninum heiðursskjal

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, handar landsstýrismanninum heiðursskjal

Mentamálaráðið: Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, tók 28. mai 2026 við sum verji fyri Parasport Føroyar. 

Parasport Føroyar er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya og varðar av ítrótti fyri fólk, ið bera brek. Talan er bæði um ítrótt fyri fólk við menningartarni og við rørslutarni. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Parasport Føroyum er at menna og fremja rørsluítrótt, uppvenjingar og kappingarítrótt til teirra, ið bera brek. 

Bárður á Lakjuni er fegin um heiðurin at vera verji. Tað merkir, at hann umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum snúgva seg um paraítrótt.

 “Parasport ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði fyri at skapa møguleikar fyri, at øll kunnu íðka ítrótt. At bera eitt brek, tað veri seg kropsligt ella mentalt, eigur ikki at vera ein forðing fyri at kunna íðka og luttaka í kappingum innan- og uttanlands. Tað er frálíkt, at Parasport Føroyar roynir at eggja fleiri til at verða kropsliga virkin alt lívið – tí tað er gott fyri bæði likam og sál”, sigur landsstýrismaðurin.

Parasport hevur ment eina nýggja strategi fyri árini 2025-2028 við slagorðinum “øll kunnu íðka” og roynir á henda hátt at fáa enn fleiri at verða kropsliga virkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #