##med2##
Sum alari hjá okkum hevur tú eitt spennandi starv í einum umhvørvi, merkt av framfýsni, har dentur verður lagdur á samstarv, álit og góðan arbeiðshug. Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, sum hevur til høvuðsuppgávu at røkja aliøkið, og til tíðir eisini at luttaka í arbeiðsuppgávum á hinum aliøkjunum hjá Hiddenfjord. Sum alari vísir tú til aliformannin á staðnum.
Royndir í alivinnuni, handverkslig útbúgving ella royndir við sjómansskapi eru ein fyrimunur.
Arbeiðsøki og uppgávur:
Í høvuðsheitum er talan um hesar uppgávur:
-
at røkta laksin til frama fyri góða djóravælferð
-
at gera fyrireikandi arbeiði á alibrúkinum við nótum, ringum og øðrum
-
at gera viðlíkahaldsuppgávur bæði á alibrúkinum og á landstøðini
Vit vænta, at tú:
-
hevur góð evni til at skipa dagliga arbeiðið og at loysa praktiskar arbeiðsuppgávur
-
hevur áhuga fyri røkt, trivnaði og framleiðslu av laksi
-
hevur góðan røkiskap
-
dugir væl at samstarva við onnur
-
hevur jaligan hugburð til víðarimenning av aliøkinum Suðuri í Bug
Starvstaður/møtistaður er á landstøðini við Oyrargjógv. Arbeiðið er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men við hvørt eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert smidligur hesum viðvíkjandi.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.
Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær Hans Olsen, rakstrarleiðara, á telefon 230 415.
Umsóknarfreistin er 15. juni 2026. Umsókn skal sendast til starv(at)hiddenfjord.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



